Steypafinala
Enn eru tað bert kvinnurnar hjá VB, sum hevur tryggjað sær atgongd til finaluna í Coca-Cola kappingina í hondbólti, men hóast hinir tríggir finaluluttakararnir ikki verða funnir fyrr enn seinni í vikuni, so er longu nú greitt, hvør skal døma finaludystirnar.
Gevur seg sjálvt
Vanliga verða dómaraásetingarnar ikki gjørdar, fyrr enn finaluliðini eru funnin, soleiðis at dómarar ikki koma at døma leikarar úr teirra egna felagi, men í ár gevur dómaraásetingin seg sjálva í so máta.
Hjá monnunum er nevnliga longu greitt, at Neistin ikki verður annar parturin í finaluni, eftir at teir mistu sín møguleika móti næst bestu kollfirðingunum. Somu kollfirðingar fingu av at vita frá Kyndli í fyrru hálvfinaluni millum liðini, og tí er mest sum greitt, at Kyndil verður annað liðið. Tað ger so, at dómaraparið hjá Kyndli neyvan kann døma hendan dystin, og so stendur valið í veruleikanum ímillum pørini hjá Tjaldri og Neistanum. Runavíkingarnir hava tó tann trupulleikan, at nú fótbóltsvenjingarnar eru byrjaðar, liggur ikki fyri hjá teimum at døma leygardag, og tí fellir luturin á Kristian Johansen og Sámal Hansen. Ein annar møguleiki kundi verið dómaraparið hjá TB, sum nú veruliga fer at leggja til brots, eftir at teir einans hava dømt dystir í Vági í eitt ar, men teir mugu so bíða á hesum sinni.
Tá so er, so gevur tað seg nærum eisini sjálvt, at tað verða Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen, sum døma kvinnufinaluna. Í fjør dømdi Hannis mansfinaluna saman við beiggjanum, Una, og í ár verður tað so kvinnufinalan, sum verður á skránni.
Seinastu ferð
Annars er hetta kanska seinasta ferðin, at tað verður tilknýtið til ymsu feløgini, sum ger av, hvat dómarapar verður sett at døma ymsu dystirnar.
Fyri tveimum vikum síðani skrivaðu vit, at dómararnir nú hava ætlanir um at taka seg saman í felag, og eitt av endamálunum við hesum skal ætlandi vera, at dómararnir komandi ár umboða dómarafelagið og ikki ávíst hondbóltsfelag. Akkurát, hvussu lagnan verður við hesum, veldst millum annað um, hvørjar avgerðir verða tiknar á aðalfundinum hjá HSF.