Finaluliðini skipa fyri upphiting í dag

Spenningurin er stórur millum viðhaldsfólkini hjá H71, KÍF, Kyndli og Neistanum í dag.

 

Onnur FM-finalan hjá monnum millum KÍF og H71 í Kollafirði byrjar klokkan 16 í dag. Fyrsta finalan endaði við javnleiki 23-23.

 

Onnur FM-finalan hjá kvinnum millum Kyndil og Neistan í høllini á Hálsi í Havn, byrjar klokkan 19 í kvøld. Fyrstu finaluna vunnu neistakvinnur 27-21.

 

Øll feløgini, sum eru umboðaði í FM-finalunum skipa fyri upphiting í dag.

 

Hjá H71 byrjar upphitingin klokkan 13. Upphitingin verður í Hoyvíkshøllini, og har verður skipað fyri m.ø. andlitsmáling. Bussar koyra frá Hoyvíkshøllini klokkan 14.15.

 

Ì Kollafirði fara KÍF-viðhaldsfólkini at hita upp í Café Chill. Café Chill letur upp longu klokkan 12 í dag.

 

Neista-fjepparar fara at hita upp í Neistarúminum klokkan 17 í dag. Kyndil skipar fyri upphiting í Bowlinghøllini á Hálsi millum klokkan 15.30 og 17.30, aftaná tað verður farið yvir í høllina á Hálsi.