Fingrarnar burtur, takk

Føroysku fólkatingsumboðini eiga at gera, sum tey lovaðu undan valinum, nevniliga at halda fingrarnar burtur frá donskum innanríkispolitikki, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Nú er komi fram, at danska andstøðan í fólkatinginum er komin við uppskoti um at gera eina kanning av danska lutinum í Irak krígnum.

Tað mugu teir so sjálvir um, men tað er ógvuliga ódámligt, at eitt føroyskt umboð er at finna millum uppskotsstillararnar saman við báðum teimum grønlendsku umboðunum, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Hann heldur ikki, at tað tænir virðingini fyri Grønlandi og Føroyum, at fólkatingslimir úr

londunum báðum blanda seg beinleiðis í danskan politikk

Danir valdu ein borgarligan meirluta í Fólkatingið. Tí líkist tað ongum, at føroyskur tjóðveldisosialistur letur seg brúka til at skeikla hesa demokratisku avgerð hjá dønum, heldur Jørgen Niclasen.

Tað var í valstríðnum ført nógv fram frá nærum øllum flokkum, at føryingar áttu ikki at blanda seg í danskan innanríkispolitikk. Men tað heldur Jørgen Niclasen, at umboðið hjá Tjóðveldi á Fólkatingi ger, verður hann við til at stilla slíkt uppskot framm.

Sum partur av føroysku sjálvstýrisrørsluni, standi eg spyrjandi. Vit sum vilja, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, eiga at virða dana rætt at ráða í Danmark. Alt annað er skomm, sigur hann

Hann heitir tí á bæði føroysku umboðini um at halda fingrarnar burtur frá donskum innanríkispolitikki.

Gera teir ikki tað, er alt trúvirði um, at í Danmark skulu danir ráða og í Føroyum skulu føroyingar ráða, burtur, heldur Jørgen Niclasen.