Føroysku spælararnir eta altíð døgurða eftir altjóða uppgávur á Svangaskarði, men hesaferð var døgurðin fluttur av Svangaskarði, har tað vanliga verður dekkað fyri landsliðsspælarunum, og í Stokkastovuna í Saltangará, sum nú letur uppaftur.
Í sambandi við at matstovan letur uppaftur komandi vikuskiftið, høvdu teir, sum fara at reka hana, bjóðað føroysku spælarunum til døgurða.
Dómarabólkurin og FSF-umboð vóru eisini til døgurða, og Njáll Sigurjónsson, sum rekur matstovuna, bjóðaði suppu, oksahárygg og ístertu og kaffi omaná.
Lagið á føroysku spælarunum og leiðarunum var sum vera man í topp, eftir frálíka avrikið og sigurin á Malta, og bæði vertir og gestir fingu onkur orð á vegnum.
Stokkastovan fer at hava opið allar gerandisdagar, og møguleiki verður at halda veitslur í hølunum. Harumframt er ætlanin at hava dans við livandi tónleiki hvørt vikuskiftið.