Fingu grindahvalir í trolið

Manningarnar umborð á Lerki og Róki fingu eina heldur óvanliga uppliving hendan túrin

Tá tað leið út á túrin, fingu teir fimm grindahvalir í trolið, og tað er rættiliga óvanlig hending.
- Tað vóru einir tveir, tríggir dagar eftir av túrinum, tá vit fingu hvalirnar í trolið. Vit tóku tríggjar inn, meðan Lerkur tók tveir, sigur Torlakkur Hansen, sum er stýrimaður umborð á Róki, og eisini grindaformaður í Nólsoy.
Hann sigur, at teir tríggir hvalirnir, sum teir tóku inn, vóru ávikavist níggju skinn og tveir á fimm skinn. Teir báðir, sum Lerkur tók inn, vóru um 14-15 skinn, so talan hevur verið um rættiliga stórar hvalir.
- Hetta er rættiliga óvanlig hending. Vit fingu ein stórhval fyrraárið, men hann hekk í fornetinum og vit mistu hann. Annars havi eg ikki verið við til at fingið hval í trolið, sigur Torlakkur Hansen, ið hevur fleiri enn 35 ár á baki sum sjómaður.
Av tí at túrurin ikki var komin at enda, máttu teir skera upp umborð, men tað riggaði væl.
- Vit hava kølilast, so tvøstið og spikið varð ísað. Talan er um feitan og góðan hval, sigur Torlakkur Hansen.
Lerkur og Rókur royndu á Íslandsrygginum hendan túrin, teir fingu hvalirnar í trolið, og komu inn um vikuskiftið.