Tað verður grannauppgerð í Gøtu seinnapartin, tá ið Víkingur fær vitjan av ÍF. At tað í gjárkvøldið endaði 1-1 millum NSÍ og KÍ ber møguleika við sær hjá hesum báðum við sigri seinnapartin at taka seg nærri heiðursmerkjaplássunum.
Sunnudagin tryggjaðu tvífaldu steypavinnararnir í Víkingi sær atgongd til hálvfinaluna í steypakappingini. Einki er at siga til, at Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen var ógvuliga lættur og fegin, tí gongdin í landskappingini hevur higartil verið trilvandi.
At tað hesa ferð koppaði Víkingi til fyrimunar, sum í undanfarnu uppgerðum ofta er koppað mótstøðuliðunum til fyrimunar, komst fyrst og fremst av, at nú er tað vorðið veruleiki, sum Finnur Justinussen fyri stuttum spáddi:
-Tað ræður um at søkja møguleikarnar og so vóna, at tað fer at gleppa. Um hol kemur á, so venda málini aftur, segði Finnur Justinussen, sum nú hevur skorað fýra ferðir í tveimum dystum – í landskappingardystinum í Gundadali ímóti HB og í steypadystinum ímóti KÍ.
Merkisvert er tað, at hóast stigatalvan sigur, at fyrstu umførini ikki hava verið serliga sannførandi hjá Víkingi, so hava teir í Serpugerði vunnið úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar. Hetta saman við 3-0 sigrinum á KÍ gevur sjálvsálit undan vitjanini úr Fuglafirði.
Hjá Víkingi er vongverjin í vinstru Dánjal Pauli Lervig framvegis skaddur.
Higartil hevur ÍF spælt fimm ferðir á heimavølli og bara eina ferð á útivølli. Seinast var tað stórt vónbrot, at B36 vann 5-2 í Fløtugerði eftir í eina løtu at hava verið frammanfyri 4-0.
Hóast avhølvingina letur Albert Ellefsen ikki so illa at:
-Vit spældu ímóti framúr góðum B36 liði. Í hálvleikinum var 3-0, og tá segði eg við mínar menn, at vit høvdu tapt, og at vit kundu brynja okkum til framtíðina við góðum avriki í 2. hálvleiki. Eg eri nøgdur við, at tað í 2. hálvleiki endaði 2-2.
Hjá ÍF er miðvallarin Bogi Reinert Petersen leikbannaður. Nenad Saric, Høgni Zachariassen og Jákup Mikkelsen eru skaðadarvaðir, og tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla.
Í fjør vann Víkingur tvær ferðir á heimavølli við einum máli ímóti ÍF.
Víkingur-ÍF: Dagfinn Forná klokkan 15.00.