Finnur nýggjur vertur

Tað er ikki bara sjálvt konseptið, sum Dagur & Vika byggir á, ið hevur fingið eina dagføring. Nýggjur vertur verður eisini

Finnur Koba verður nýggjur vertur í Degi & Viku. Hann fekk seg royndan sum sjónvarpsvert fyri fyrstu ferð í Fríggjakvøldi, og í sjónvarpinum hava tey verið so mikið væl nøgd við avrik hansara, at tey hava ynskt hann sum vert í Degi & Viku nú Fríggjakvøld er av.

- Tað vera so Finnur Koba og Katrin Petersen, sum vit koma at síggja mest at byrja við, men hinir vertirnir eru tó ikki vrakaðir, sigur Liljan Weyhe. Við øðrum orðum fær hyggjarin ivaleyst eisini Johnsigurd Johannesen, Boga Godtfred og Sigrúna Brend at síggja við jøvnum millumbili.

Tað var Katrin Petersen, sum var vertur í Degi & Viku mánakvøldið og týskvøldið, men vit fingu eisini Finn Koba at síggja í gjár, tá hann stýrdi orðaskiftinum millum Rigmor Dam, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, og Agga Niclasen, kjakara.

rolant@sosialurin.fo