Finnur syngur um vestmenningar

Grótharðir Vestmenningar er heitið á nýggjum sangi, sum Finnur Koba hevur gjørt til heiðurs fyri VÍF

- Lagið er bara mítt íkast til VÍF, sum eg haldi ger eitt gott sjálvboðið arbeiði og tykist hava stóran týdning fyri samanhaldið og samleikan í bygdini.

 

 

Soleiðis sigur Finnur Koba, sum júst hevur gjørt ein sang um Vestmanna og vestmenningar.

 

 

Sangurin eitur Grótharðir Vestmenningar.

 

 

- Bæði orð og lag eru skrivað við einum skálkabrosi. Orðini eru ein roynd at lýsa tað serliga við vestmenningum á ein stuttligan hátt. Til dømis, at teir eru fryntligir, siga lítið, taka ikki tingini so alvorligt og hava eitt serligt vaggandi gongulag, sigur Finnur Koba, sum sjálvur er havnamaður, men hevur í skjótt tvey ár búð í Vestmanna.

 

 

Hann hevur lagt dent á, at fólk skulu hoyra, hvaðani lagið er frá.

 

 

- Ítróttarløgini seinnu árini eru vorðnir í so monotonir. Tú hoyrir ikki, hvar lagið er frá. Tí vildi eg fegin halda fast í tí, sum ger Vestmanna serligt. Eg legði meg tilvitað eftir Vestmanna-ljóðinum og fekk Josvá Debes at leggja bygdasligar country-rútmur á. Vestmenningurin Pauli Magnussen legði bassin á. Hann hevur eisini lagt mær lag á. Eg royndi sum frægast at syngja tekstin inn við Vestmanna-accent, greiðir Finnur Koba frá.

 

 

Harafturat hevur hann fingið VÍF leikarar á bestu liðunum hjá bæði monnunum og kvinnunum at koma við í studio og syngja við í einum parti av sanginum. Sjálvur hevur hann ongantíð verið tann stóri hondbóltsfjepparin. Ikki fyrr enn hann flutti til Vestmanna.

 

 

- Tá eg flutti, segði onkur við meg, at um eg skuldi góðtakast av vestmenninginum, mátti eg hyggja eftir VÍF. Og tað havi eg so gjørt síðani. Og mær dámar tað væl. Tað er avslappandi at hyggja eftir, sigur Finnur Koba.

 

 

Hoyr Grótharðir vestmenningar við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Sangurin er ókeypis hjá øllum at downloada, og tað kann gerast her