Finnur var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Ein av teimum, sum fyri stuttum var fyri fyrstu ferð á besta liðnum, var í kvøld trífaldur málskjútti hjá Víkingi, sum vann ímóti B36

Tað gongur framvegis sum eftir ánni hjá Víkingi. Í kvøld hevði næstbesta liðið vitjan av teimum næstbestu hjá B36, og úrslitið var, at heimaliðið vann 6-3 eftir hálvleiksstøðuna 2-1.

 

Úrslitið ber við sær, at Víkingur er á triðja plássi við 17 stigum, og at B36 er á áttanda plássi við 9 stigum.

 

Hjá Víkingi stríðist Finnur Justinussen við at koma seg, eftir at hann fyri einum ári síðani sleit krossbandið. Í kvøld var hann liðformaður og á vøllinum alla tíðina á tamb, og tað lá væl fyri. Finnur Justinussen skoraði beinanvegin eftir steðgin til 3-1, og fýra minuttir seinni skoraði hann til 4-2.

 

Fyri stuttum var 21 ára gamli Rani Hansen fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Víkingi. Í kvøld var hann trífaldur málskjútti á næstbesta liðnum. 17 ára gamli Áki Magnussen legði beinanvegin Víking á odda 1-0.

 

Á B36 liðnum vóru eitt nú Andreas Thomsen, Mattias Weihe Joensen og Rani Berg í Soylu. Teir hava síðstu tíðina allir verið á listanum hjá besta liðnum. Rani Berg í Soylu javnaði til 1-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, Andreas Thomsen minkaði um munin til 4-2, tá ið seinni hálvleikur var fýra minuttir gamal, og Sámal Jákup Jacobsen minkaði um munin til 4-3, áðrenn Rani Hansen við tveimum málum staðfesti 6-3 heimasigurin.