Hvat minnist tú best frá 2013?
- Eg minnist best tunnilsmálið, ALS-gøluna og Dimmalætting.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?
- Mín størsta persónliga uppliving var, tá eg gjørdi ein barndómsdreym til veruleika og spældi fótbólt eitt heilt kappingarár. Eg var fastur miðvallarleikari í Giza B, sum megnaði at koma víðari í bólkaspælinum í triðju deild.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?
- Eg vil helst gloyma pínuna í rygginum, sum plágaði meg í fleiri mánaðir, men sum tíbetur at kalla er horvin nú.
Hvat ynskir tú tær í 2014?
- Júst nú ynski eg mær at sleppa suður eftir at slikka sól í nakrar vikur, sigur Finnur Koba.