Finska arbeiðsloysið nógv vaksið

Arbeiðsloysið í Finnlandi vaks sera nógv í síðsta mánað. Nýggj tøl hjá finsku hagstovuni vísa, at arbeiðsloysið var 9,5 prosent í mai samanborið við 8,4 prosent í apríl. Ein orsøk til tann stóra vøksturin er, at í mai byrja nógv lesandi at søkja sær arbeiði.

Hóast tann stóra vøksturin var arbeiðsloysið í mai 0,3 prosent minni enn í sama mánað í fjør.

Tilsamans 266.000 finnlendingar vóru arbeiðsleysir í síðsta mánað, og tað var 8.000 færri enn í mai í fjør.