Finskur dómari í Streymnesi

19. umfar í Formula deildini er á skránni seinnapartin. Fýra dystir verða spældir í dag klokkan 15. Summarveðrið er av tí besta í dag.

Í morgin klokkan 18 fara HB og GÍ at spæla í Gundadali.

Nú farið verður undir síðsta triðingin av kappingini, eru tað NSÍ og B36, sum kapprenna um fremsta plássið og harvið eru favorittar at vinna FM. Bæði feløgini eiga heimavøll í dag, og bæði oddaliðini verða mett at vera favorittar.

Merkisvert við hesum umfarinum er tað, at finskur dómari verður í Streymnesi, har EB/Streymur fær vitjan av AB. Hetta er liður í samsvarvinum, sum er millum norðurlendsku fótbóltssamgongurnar.

B36-VB/Sumba: Ransin Djurhuus kl. 15

KÍ-B71: Rúni Gaardbo kl. 15

NSÍ-Skála: Lars Müller kl. 15

EB/Streymur-AB: Mikka Lahdesmaki kl. 15

HB-GÍ: Dagfinn Olsen - mánadagin kl. 18

 

Støðan undan 19. umfari:

NSÍ 41 stig

B36 40 stig

EB/S 32 stig

HB 30 stig

Skála 23 stig

GÍ 23 stig

B71 22 stig

KÍ 21 stig

VB/Sumba 11 stig

AB 10 stig