Fípan Fagra fyri fjórða ferð

5-mannafør dreingir 14 – 16 ár: Í dag var Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørrur næstfyrstur

Á norðoyastevnu, sundalagsstevnu og jóansøku vann Fípan Fagra úr Klaksvík hesa kappingina, og á fjarðastevnu í Vestmanna í dag var Fípan Fagra aftur fremstur.

 

Í bátslongdum og sekundum hevur onkur av undanfarnu sigrunum verið trivaligari, enn sigurin í dag var, men tað var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna henda róðurin.

 

Tá ið startspurturin var av, var Fípan Fagra fremst, og so øktist munurin stútt og støðugt, og á málinum var Fípan Fagra meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri næsta bátin.

 

Í dag var Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri frammanfyri Knúk hjá teimum í Eysturkommunu. Tað ber við sær, at fjarstøðan frá Fípuni Føgru og aftur til næsta bátin er sjey stig. Tí kann tað væl fara at vera, at FM kappingin fer at verða avgjørd, áðrenn tað verður komið fram til ólavsøkuróðurin.

 

##med2##

 

urslit/rsf.fo