Firvaldur vann FM við fullari úrtøku

Genturnar av Tvøroyri vunnu aftur í dag og harvið hava tær vunnið FM við fullum stigatali

Tær hava verið púra suverenar í alt summar, og aftur í dag vunnu genturnar úr Froðbiar sóknar Róðrarfelag sera sannførandi sigur. Tá ið Firvaldur fór um málið, var tað næstan hálvánnur bátslongd aftur til Falkin, og so ein hálv bátslongd aftur til Drekan.

 

Falkur legði bragdliga fyri, og Falkur var fremstur eina løtu eftir endaspurtin. Tá ið bátarnir koma inn ímóti Molanum, munaði tað betri hjá Firvaldi, og fram við nógvu áskoðarunum fleyg Firvaldur stútt og støðugt frá fremsta avbjóðaranum.

 

Í fjør vann Firvaldur FM og allar róðrarnar uttan á ólavsøku, tá ið tað var stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna. Í dag var einki at rafla um. Firvaldur vann bæði í dag og FM heitið við fullari úrtøku, og so var fagnaðurin fullkomin, tá ið teir umborð á Smyrli togaðu í floytuna!

 

1 Firvaldur 04.50.04

2 Falkur 04.53.16

3 Drekin 04.55.05

4 Báran 04.58.14

5 Hulda 05.04.23

6 Havfrúgvin 05.06.09

7 Kollur 05.07.01

8 Royndin Fríða 05.07.05

9 Pílur 05.09.04

10 Sílið 05.10.22

11 Beinta 05.15.09

 

Endaliga støðan

Støðan

1 Firvaldur (FM) 49

2 Falkur 39

3 Drekin 33

4 Báran 27

5 Havfrúgvin 17

6 Hulda 11

7 Beinta 5

8 Sílið 4

9 Svalan 2

10 Pílur 1

11 Royndin Fríða 1