Eftir at samráðingarnar um sínámillum fiskiveiðirættindi vóru lidnar seinnapartin í dag, vóru fiskimálaráðharri Føroya og starvsbróðir hansara úr Íslandi ein túr úti í Koltri Um 17-tíðina í dag lætti ein av tyrlunum hjá Atlantsflogi sær á og fleyg av Boðanesi og út í Koltur. Við vóru Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og íslendski starvsbróðir hansara, Einar K. Guðfinsson.
Við á ferðini vóru nøkur embætisfólk úr Føroyum og Íslandi, eins og Magni Argi, stjóri í Atlantsflogi.
Eittans konufólk var við, og tað var unnusta Tórbjørn Jacobsens, Ann.
Portalurin og Sosialurin fingu eisini høvi at verða við á hesi ferðini, og í blaðnum í morgin verður frásøgn við myndum.
Úti í Koltri var blíðskapurin stórur, sum hann altíð er.
Bjørn Patursson, bóndi, tók ímóti, og við hús stákaðist Lykka við at borðreiða fyri gestunum, sum fingu heimabakað breyð, skerpikjøt, egg og sild.
Gestirnir fingu eisini okkurt gott at leska sær við.
Bjørn Patursson greiddi íslendska fiskimálaráðharranum og gestunum annars frá oynni, og eisini var høvi at vitja innar í eitt av teimum gomlu húsunum.
Á ferðini heimaftur varð flogið inn yvir bygdina í Kirkjubø, soleiðis at gestirnir sóu vakra og sjáldsama bygdarlagið, kirkjuna og múrin.
Síðan varð stevnt í ein landnyrðing, og flogið varð í lítlari hædd. Meðan vit soleiðis flugu yvir syðra parti av Streymoyarlandinum, sóust fleiri harur renna eftir lendinum - og undan ljóðinum frá tyrluni.
Um 19.15-tíðina lendu vit trygt aftur á tyrluplássinum á Boðanesi.
Hetta var ein góður og minniligur túrur, sum íslendsku gestirnir tóktust rættiliga hugtiknir av.