Fiskimaðurin altíð verið fleksibul

- Verða skip løgd av fíggjarligum ávum, tí tað loysir seg betur at liggja enn at fiska, verður ikki væl vorðið, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Fiskivinna

Tað er ikki stuttligt at vera tann, sum verður raktur av arbeiðsloysi ? antin tað er á landi ella sjógvi. Ymiskt er tó, hvat gjørt verður burtur úr uppsagnum ? ella flytingum av arbeiðsfólki. Í summum førum eru stórar yvirskriftir í bløðum, útvarpi og sjónvarpi; í øðrum førum er næstan tøgn. Soleiðis fingu flytingarnar av nøkrum sjúkrasystrum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum nógva umrøðu ? og ivaleyst av góðum grundum. At nøkur uppsøgd eisini fáa kreppuhjálp, er bert at fegnast um. Hetta kann verða við til at hjálpa teimum á føtur aftur.
Viðhvørt kann tað tó tykjast, sum um gjørt verður meira burtur úr summum starvsbólkum og starvsøkjum enn øðrum, tí tú hevur tey nærri uppat tær.
70 fólk missa arbeiði í alivinnuni í Norðoyggjum, 35 mans verða uppsagdir hjá P/F Beta, og einir 25 mans missa arbeiði umborð á Høgafossi.
Lítið hoyrist um hetta ? og eingin tosar um kreppuhjálp!

Uppsagnarløn
- og síðan ALS
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, harmast um, at limir hjá honum og limir í øðrum manningarfeløgum missa hýru.
Hann vísir á, at fiskimenn sambært sáttmálanum hava uppsagnartíð og eiga uppsagnarløn ? alt eftir, hvussu leingi teir hava siglt við reiðaríunum.
- Soleiðis hevur ein maður, sum hevur siglt við einum skipi í eitt ár, ein mánaða uppsagnartíð, og hevur hann siglt í tvey ár, er uppsagnartíðin tveir mánaðir.
Óli sigur, at hevur maðurin onga hýru í uppsagnartíðini, eigur hann uppsagnarløn frá reiðarínum, sum svarar til mynstuløn.
- Teir, ið sigla við gomlu Kuba-trolarunum, fingu í uppsøgnini at vita, at skipini helst sigla einar fýra vikur aftrat. Soleiðis eiga teir, sum hava verið nóg leingi við hesum skipum, uppsagnarløn frá reiðaríinum fyri tíðina, tá ið eingin hýra er, og uppsagnartíðin enn er galdandi.
Hann sigur, at tá ið uppsagnartíðin er av, kunnu menninir ? um teir onga hýru hava fingið aftur ? fara upp í ALS-skipanina og har fáa útgjald, so leingi teir ikki hava funnið sær aðra hýru ella annað arbeiði.

Fleksiblir fiskimenn
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag vísir á, at krepputíðir í Føroyum hava víst, at føroyski fiskimaðurin tíbetur er rættiliga fleksibul.
- Tað hevur nevniliga víst seg, at nógvir fáa aðra hýru ? antin í Føroyum ella í londunum rundan um okkum, eitt nú í Danmark og Noregi. Soleiðis sigldu nógvir fiskimenn við útlendskum skipum undir kreppuni fyrst í nítiárunum.
Spurdur, hvørji úrlitini annars eru hjá fiskiskipaflotanum, sigur Óli Jacobsen, at vit neyvan nakrantíð sleppa undan upp-og niðurgongd, so leingi fiskað verður.
- Eg dugi ikki at siga, hvat bíðar fyri framman ? og um vandi er fyri, at fleiri skip verða løgd. Tað skulu vit so ikki vóna, leggur hann aftrat.
Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði reiðarin hjá P/F Beta í Saltangará, Ragnar Olsen, at tað loysir seg betur fyri felagið at leggja tey gomlu skipini enn at hava tey siglandi, soleiðis sum gongdin er í løtuni.
- Eg vænti, at P/F Beta fer at selja sínar dagar til onnur skip, nú gomlu Kuba-trolararnir verða seldir, og soleiðis kunnu fiskimenn eisini fáa nakað burtur úr hesum ? ikki minst, nú talan aftur er um at skerja fiskidagarnar, sigur Óli.

Heilt galið?
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag vónar tó ikki, at fíggjarliga úrslitið hjá fleiri skipum verður so vánaligt, at tað fer at loysa seg betur hjá reiðaríum at leggja skipini.
- Um so verður, kann tað skjótt gerast heilt galið, sigur Óli Jacobsen, sum annars er uttanlands í hesum døgum.