Fitnessmiðstøð steingir vegna coronasmittu

– Orsakað av COVID-19 smittuni hava vit valt at steingja Burn Fitness og Burn Klassik í 14 dagar fyribils.

Tað sigur Jákup Berg, stjóri Burn Fitness.

– Vit taka hetta stigið, tí at vit eru eitt úsett smittuøki, og vit ynskja at hjálpa, har vit kunnu. Soleiðis kunnu vit ganga undan og gera okkara part fyri at basa hesum virusi.

– Ansið væl eftir hvørjum øðrum. Vit síggjast, sigur hann.