Tilsamans eru 20 útstillarar á stevnuni og tey fevna um klæðir, bøkur, leikur, ítrótt, bilar, eltænastur, sjónvørp, tryggingar, ferðavinnu, hitaverk o.a.
Sermerkt fyri stevnuna er, at allir útstillarnir uttan bilsølurnar eru úr Runavíkar býi.
Leygardagin kl. 16.30 setir býráðsformaðurin í Runavík, Jákup Lamhauge stevnuna og kl. 17. syngja og spæla Lena Andersen og Niclas Johannesen. Mótaframsýning verður kl. 18 og kl. 19.30 fáa eysturoyingar høvi at síggja sterkasta mann í Føroyum Regin Vágadal, sum eisini telist millum teir frægastu í heiminum.
Sunnudagin kl. 17 spæla Áki Leitisstein og Jóhannes Andreasen tónleik fyri cornet og klaver. Magni Christiansen verðu rá pallinum kl. 18 og kl. 19 verður mótaframsýning. Kl. 20 syngja og spæla Lena Andersen og Niclas Johannesen.
Sølustevna hevur ikki verið í Runavík síðani 1988 so nú halda fyrireikarnir, at tíðin er afturkomin til at skipa fyri slíkari. Hetta er eisini ein inntøkuliður í rakstrinum av ítróttarfelagnum og NSÍ roknar við at nógv fólk vitja stevnuna.