Á fjakkaraferð í Suðuramerika

Leingi hava tey ætlað sær at fari. Og nú er dreymurin veruleiki. Í farnu viku fóru 23 ára gamla Óluva Poulsen og 26 ára gamli Ian Skylv Hansen úr Havn á fjakkaraferð. Leiðin gongur til Suðuramerika

Jákup Bogi Joensen

Í farnu viku fóru tey bæði, 23 ára gamla Óluva Poulsen og 26 ára gamli Ian Skylv Hansen úr Havn, av landinum. Ørindi teirra eru eitt sindur øðrvísi enn hjá teimum flestu, sum dag og dagliga fara út í útbúgvingarørindum. Nei, tey bæði fara á fjakkaraferð.

Men áðrenn tey fríggjadagin settu kósina út í víðu verð, vóru tey ein túr úti á Sosialinum, og tá fekk Yngd eitt prát við tey bæði.

Men hvør er so ætlanin við túrinum?

- Vit vilja bara sleppa at síggja okkum meiri um í heiminum. Tað er jú altíð stuttligt og spennandi at koma til nýggj og heilt ókend støð. At uppliva onnur menniskju og eina heilt øðrvísi mentan, segði Óluva Poulsen.

Vit hava longst so leingi eftir at sleppa avstað, so nú verður tað, søgdu tey bæði.

Leiðin gongur til norðara partin av Suðuramerika, og eru tey bæði serliga spent uppá at koma til inkaríkið.

Vit hava hoyrt nógv um júst inkaríkið, so nú vilja vit sleppa at uppliva tað sjálvi, greiddi Ian Skylv Hansen frá.

Eitt annað, sum stendur ovarliga á skránni, á annars tríggjar mánaðar langa túrinum, eru Galabagos-oyggjarnar.

- Galabagos-oyggjarnar hava altíð verið sera frammarliga í huga mínum, so nú vil eg sleppa at uppliva tær, segði Óluva.

Fólk vit hava tosað við siga, at tað er eitt stórt upplivilsi at ?snorkla? har um leiðir og skoða tað fantastiska havumhvørvið.

Bæði Ian og eg sjálv eru kavarar, so tað er avgjørt nakað vit síggja fram til við stórum spenningi, greiddi Óluva frá.

Annars ætla vit okkum í eina tíð at verða eitt við náttúruna. Skilt uppá tann mátan, at vit hava ætlanir um at royna at búgva úti í kanska eina viku. Og hvør veit. Kanska finna vit okkurt deiligt arbeiði eitt ella annað stað, søgdu tey bæði við ein munn.

Men ein slík fjakkaraferð kostar ikki heilt onki. Hetta eru Óluva og Ian greið yvir, og tí hava tey bæði í eitt longri tíðarskeið savnað inn pening, soleiðis at dreymurin í dag er veruleiki.

-Tað hevur verið strævið at savna pening inn, men sjálvi halda vit, at peningurin fer til eitt gott endamál. Slíkt upplivilsi fært tú nokk bara einaferð í tínum lívi, so vit angra onki, søgdu tey bæði, Óluva Poulsen og Ian Skylv Hansen, við Yngd.

Tey hava tó fingið væl av stuðli ymsa staðni frá, og eru tey sera fegin um stuðulin. Uttan allan tann stuðul vit hava fingið, hevði túrurin ongantíð verið veruleiki, søgdu Óluva Poulsen og Ian Skylv Hansen at enda