Renning
Í 2003 var á fyrsta sinni skipað fyri fjallarenning niðan á Sátuna í Kollafirði. Vegna mjørka bar ikki til at renna niðan á Sátuna, so í staðin varð runnið niðan á Skælingstjørn. Í ár var ætlanin aftur at royna túrin niðan á Sátuna, men vegna mjørka so var hetta eisini broytt í ár. Runnið varð so langt sum mjørkin loyvdi - niðan á Lippuhjalla - ið er á vegnum niðan á Sátuna.
Rennarirnir vóru úr øllum aldursbólkum, 12 mannfólk og trý konufólk. Eisini var onkur útlendingur millum rennarirnir. 24,26 minuttir tók tað hjá Jóan Karl Joensen at renna niðan og oman, og knappar fýra minuttir seinni komu Fredrik Tørnroos og Brian Bernhardson. Best hjá kvinnum gjørdist Paula Eikhólm við tíðini 31,08 minuttir.
Luttakarar:Tíðir
Jóan Karl Joensen24.26
Fredrik Tornroos28.10
Brian Bernhardson28.39
Hentza Johansen29.13
Kristian Tornroos29.41
Djóni Joensen30.02
Hans Dánial Joensen30.40
Harry Hansen33.29
Regin Jóanesarson34.17
Sølvi Ragnarsson36.09
Bergur Holm01.02
Dávið Steffensen01.02
Paula Eikhólm31.08
Marna Rubeksen31.26
Marjun av Steinum52.04