Byrjað verður klokkan 19.30 Tvey tey fyrstu tiltøkini á Fjarðafestivalinum í kvøld standa til at verða í tjaldinum.
Klokkan 19.30 fer ?Ekklesia? at framføra í teltinum, og klokkan 20 verður eitt barnatiltak í tjaldinum.
Klokkan 20 fer eitt nýbrot í føroyskum, kristiligum tónleiki, nevnliga T.O.S. á innipallin.
Klokkan 21.15 fara nakrir dreingir úr Leirvík at framføra í tjaldinum.
Klokkan 22.30 fer bólkurin Dawn á innipallin, og klokkan 00.15 í nátt verður tað bólkurin, The Least, sum trínir á innipallin í Skálabotni.
Fyrireikarnir miða eftir, at alt er liðugt klokkan eitt í nátt.