Ein kann staðfesta, at gongdin er ótrúlig hjá landsliðsbakkinum, Andriasi Edmundssyni og liðfeløgum hansara í Wisla Plock í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Í dag leikti Wisla Plock fjórða javnleikin á rað í deildini. Seinastu níggju dystirnar er talan um sjey javnleikir og tveir sigrar. Wisla Plock hevur ikki tapt í bestu pólsku deildini síðani 19. september.
Wisla Plock leikti í dag dyst á heimavølli móti Cracovia. Dysturin á Orlen leikvøllinum endaði við javnleiki 0-0.
Í dag fekk Andrias við 6,8 (av 10) fjórðbesta karakterin frá Flashscore/Soccerstand av øllum leikarunum hjá Wisla Plock.
Wisla er næstfremst í deildini við 29 stigum. Gornik Zabrze er fremst við 30 stigum.
Andrias og liðfelagarnir hava ein dyst eftir áðrenn teir sleppa í vetrarfrí. Komandi mánakvøld klokkan 18 spæla teir dyst á útivølli móti Korona Kielce.











