Í hesi vikuni hevur arbeiðstoymið stákast óført vesturi við Vatnið. Toymið hevur verið í gongd við at leggja síðstu hond á jólapyntið hjá kommununi. Við Vatnið er ein 500 metrar long ljósketa við kulørtu perunum hongd upp.
Fyrr í ár keypti Vágs Kommuna eina ljósketu við kulørtum perum. Ketan er 600 metrar long við 1.200 perum. Hon er býtt upp í 100 metra sektiónir, soleiðis at hon er lættari at arbeiða við, og so hon eisini kann brúkast til ymisk høvi.
Á Ljósfest vórðu 100 metrar av ketuni brúktir – hetta var eisini fyrstu ferð, at ketan varð brúkt. Nú er hon aftur tikin fram, og hon kemur at vera ein partur av jólapyntinum hjá kommununi, men hon fer eisini at seta sín dám á nýggjárshaldið – eins og í gomlum døgum.
Íblásturin til ljósketuna
Í 70'unum og 80'unum blivu kulørtar perur hongdar upp vesturi við Vatnið í samband við nýggjárshaldið. Hesar perur vóru til stóra frægd og setti sín dám á økið við Vatnið og vestur í móti høllini og til sjálva nýggjárshaldið. Tá okur hava spurt fólk um hesar kulørtu perur, so eru fólki blivin nostalgisk og við smíli hava greitt frá upplivingum undir kulørtu perunum, skrivar vagur.fo.
Brúkast til fleiri tiltøk
Endamálið við ljósketuni er, at hon skal brúkast bæði inni í býnum og við Vatnið í samband við ymisk tiltøk í Vági.
##med2##












