Óli fullførdi ein ótrúligan hondbóltsdag hjá Mittún-systkunum

GOG vann ein sera týðandi útisigur í Champions League

Hetta gjørdist ein ótrúligur hondbóltsdagur hjá Mittún-systkunum.

 

Fyrr í dag slóg Jana Mittún tónan ann, tá hon við 10 málum og trimum uppleggum til mál átti ein týðandi lut í, at Føroyar megnaðu javnleik 31-31 móti Serbia í HM-millumbólki 2 í Dortmund í Týsklandi. Eisini javnaði Jana við brotskasti til 31-31 beint undan dystarloki.

 

Í kvøld átti Óli sín lut í, at hann og liðfelagarnir í GOG vunnu ein sera týðandi útisigur í bólki B í Champions League. Á útivølli í Póllandi vann GOG 35-34 á Wisla Plock. Í steðginum var GOG á odda 16-14. Oskar Rasmussen skoraði sigursmálið í teimum allarseinastu sekundunum av dystinum. 

 

Óli skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til seks mál.

 

GOG er nummar fimm í bólkinum við átta stigum. 

 

Í bólki A vóru Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin fyri fyrsta tapinum í Champions League hetta kappingarárið. Í Trondheim Spektrum tapti Füchse Berlin 24-28 fyri Kolstad, ið var á odda 15-12 í steðginum.

 

Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið.

 

Füchse Berlin er fremst í bólkinum við 18 stigum. Aalborg er næstfremst við 17 stigum.