Fjúrtandi festivalurin

Nú er hann so aftur á skránni. Tórshavnar Jazz, Fólka- og Bluesfestivalur, sum man vera ein gamal kenningur hjá mongum, hóast hann eins og Norðurlandahúsið enn eru tannáringar.

Men hetta setir eisini sín dám á høvuðsstaðin í ár.

 

Kagar ein í søgubøkurnar hjá Norðurlandahúsinum, man Jazzfestivalurin, sum hann vanliga verður nevndur millum manna, vera tað tiltakið, ið fyllir eina mest í vavi millum tær mongu minniligu løturnar, sum hýstar eru undir hesi norrønu flagtekjuni millum ár og dag. Norðurlandahúsið og henda afturvendandi musikkstevna eru nevniliga so at siga javngomul, og var festivalurin eitt fast vitjunarstað hjá mongum í augustmánaða. Í ár verður hann tó í døgunum 15.-18. oktober, og hesaferð er tað aftur Brandur Øssursson, ið er aðalkraftin. Men hóast lopið verður í álmanakkanum, hevur hetta ikki minkað áhugan fyri stevnuni. Tvørturímóti hava fyrireikararnir fingið nógvar fyrispurningar, og gravgangurin eftir atgongumerkjum byrjaði longu uttan tey heilt stóru lýsingatiltøkini, og áðrenn tær ofta munadyggu umrøðurnar hjá fjølmiðlunum rættiliga fóru í gongd.


Heystfrítíðin

Ein orsøk til undirtøkuna er ivaleyst heystfrítíðin, sum eisini er í hesi vikuni, so at tað eisini liggur fyri hjá øðrum enn havnarfólki at fara í Norðurlandahúsið. Men ikki minst er festivalskráin í ár spennandi, áhugaverd ­ og fjølbroytt. Ofta hevur nevniliga verið havt á munni, hvat hesin og hasin høvdu at gera í »jazzhøpi«, men tó hava fá megnað at definera ella hættað sær at sett nakran í bás. Jazzur er nevniliga tónleikur, ið ongantíð hevur sligið seg til tols við tey náddu málini, og úrslitið hevur verið, at hetta musikkslagið gjøgnum tíðirnar eisini hevur fingið sínar egnu undirgenrur. Seinastu árini kanska serliga við rákum úr Europa. Nóg mikið um tað á hesum sinni, men sum Duke Ellington nøkurlunda orðaði tað, kundi hetta orðið, jazzur, rúma nógvum.


Jazzgonga

Og tað ger Tórshavnar Jazz, Fólka- og Bluesfestivalur eisini í ár, á sín egna hugnaliga hátt. Hann byrjar nevniliga við eini jazzgongu við sonevndum happyjazzi úr miðbýnum niðan í Norðurlandahúsið, sum Føroya Bjór Jazz Brass Band við Kesser Nielsen tekur sær av. Vanliga kallar hetta orkestrið seg Hillerød Brass Band, og eru hesir 21 menninir eisini kendir fyri sínar sermerktu og skemtiligu framførslur, sum nú altso skulu seta dám á tann føroyska høvuðsstaðin.

Sum sagt hevur jazzurin ment seg nógv í hesi øldini, og sama kvøld er eisini høvi til at hoyra finska bólkin EQ saman við Jukka Linkola spæla elitujazz, og fyrireikararnir dylja ikki, at her er talan um tilfar á høgum støði, sum avgjørt er vert at viðmæla.

Men navnið, ið áhoyrararnir helst hava kosið sum høvuðsnavn hetta kvøldið, er Hanne Boel, ið eisini er fløguaktuell við tí nýggju »Silent Violence«. Men annars hevur hon 6 útgávur á baki sum solistur, ið tilsamans eru seldar í tveimum milliónum eintøkum. Av teimum varð tann fyrsta í røðini produserað av Óla Poulsen.

Yvirhøvur eitt kvøld við altjóða støði og óivað listarligum upplivingum.


Gospel

Hóskvøldið 16. oktober verður ivaleyst ein fragd hjá gospelelskarum, men fyrst á pallinum eru jazzkvintett og strúkikvartett. Hetta »samtakið«, ið kallast Embla, framførir bílagda verkið, »Út, út, út«. Tað er ikki júst bíløgd verk, ið jazzfestivalurin hevur borðreitt við undanfarin ár, men hesaferð er tað so fallið tí hálva fuglfirðinginum, Niels Præstholm, í lut at komponera til festivalin 1997.

Á skránni hetta kvøldið verður eisini føroyski tríbólkurin JazzOasis, ið spælir nútímans jazz við rótum í bebop og fusión. Teir tríggir Edvard N. Debess, Jónleif Joensen og Herluf Lützen munnu teljast millum bestu tónleikarar á hesum økinum í Føroyum, og við teirra akustisku framførslum, ið bert eru ravmagnaðar við hjáveruni av mikrofonum, hava teir onkuntíð fingið skoðsmálið »at spæla deiligan og intelligentan« musikk.

Sum sagt verður serliga stórur dentur lagdur á gospeltónleik hóskvøldið, og føroyska umboðið verður eingin annar enn Magni Christiansen, sum við síni nýggju útgávu, »Her glaður eg ferðist«, rættiliga hevur vunnið sær fótafesti á gospeltindinum í Føroyum.


Etta Cameron

og verkskeið

Men konsertsalin hetta kvøldið eigur Etta Cameron, sum umframt at framføra saman við pianistinum hjá sær, eisini fær stuðul frá føroyskum kóri. Ætlanin er nevniliga, at konsertin skal vera úrslitið av eini work-shop, sum Etta Cameron skal taka sær av á Læraraskúlanum frá 14. til 16. oktober. Verkskeiðið er alment, og luttakararnir verða bólkaðir í røddir.

Men umframt gospelskeið, verða eisini work-shops við kompositións- og instrumentalskeiði við Jukka Linkola og blues work-shop við Jørgen Lang á skránni, og tilmelding fer fram í Kunningarstovuni í Havn.

Úrslitið av bluesverkskeiðnum verður framført fríggjadagin 17. oktober. Tá vera aftur glaðir, traditionellir tónar við Føroya Bjór Jazz Brass Band og Kesser Nielsen umframt eitt sera áhugavert føroyskt ískoyti á skránni. Talan er nevniliga um eina dupultkonsert við Hanusi Johansen og Lenu Andersen og hennara bólki. Nú er tað sjáldan, at Hanus fær nakra stórvegis presentatión, og orsøkin er helst, at roknað verður við, at fólk kenna hann og hansara stíl. Men spennandi er tað í øllum førum hvørja ferð, hann og guittarin báðir fara á pall og fylla salin.

Men er Lena kanska enn ikki eins kend og eyðkend og Hanus í hvørjum heraðshorni, um enn nógvum, er her talan um eitt ungt føroyskt navn, sum væntast kann nógv av. Evnini hevur hon fleiri ferðir prógvað, at henni eru ognað. Ikki bert við síni sjáldsama vøkru og fyrstafloks rødd, sum hon bæði dugir og ikki minst torir at brúka, men sum teksthøvundur hevur hon eisini sýnt dygdir ­ dømi finna vit eitt nú á nýggju fløguni hjá Regini Guttesen.


Kvinnukvøld

Restin av fríggjakvøldinum kann av sonnum kallast ein kvinnukonsert burturav, tá Bitch Boys við tí navnframu Anne Linnet á odda eiga pallin. Tað er eisini hon, ið hevur latið alt upprunatilfarið hjá bólkinum úr huga og hondum, og er nýggja fløgan hjá bólkinum rættiliga væl móttikin á Flatlondum. Best kendu sangir hennara munnu tó vera »Tusind Stykker«, sum umframt at vera tulkaður av svenska Afzelius, eisini er týddur til føroyskt, »Forårsdag« og »Smuk og dejlig« frá sjeytiárunum við bólkinum Shit & Chanel, sum Anne Linnet myndaði við m.ø. Lis Sørensen.

Anne Linnet hevur í síni longu og gitnu yrkisleið arbeitt saman við nógvum góðum fólki, eitt nú tónleikaliga við Holger Laumann og gjørt løg til yrkingar hjá Johannes Møllehave. Við sær til Føroya er tað heldur ikki ein og hvør Bitch Boys hava á pallinum. Kórsanginum taka Me, She & Her sær nevniliga av, sum eisini er ein rættiliga framkomin bólkur, ið eisini hava borðreitt við hittum av og á. Enn eitt navn, ið føroyski producarin, Óli Poulsen, hevur havt undir sínum veingjum.


Festivalárin

So kanska tekur ein ikki munnin ov fullan, um ein kallar Bitch Boys eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum í ár, men hetta skuldi tó ikki nervað hini, tí her mugu vit ikki gloym tað sokallaða »festivalárinið«. Tvs. at tað kann altíð henda at tú hoyrir ein bólk á vegnum, tú als visti um ella væntaði nakað um frammanundan, men sum kortini tekur teg á bóli. So hóast ein kemur fyri at hoyra eitt heimsnavn, er tað hitt sum fylgir við í pakkanum tað eina kvøldið, ið kann festa seg minnið.

Har gott fólk er, kemur gott fólk

Sum áður nevnt er jazzfestivalurin eins og so nógv annað frá áttatiárunum vorðin teenagari, og tað merkir, at umframt at tann gamla, trúfasta áhoyrarafjøldin skal hava sítt, er eisini eitt nýtt ættarlið komið ­ bæði av tónleikarum og áhoyrarum ­ sum ein sjálvandi ikki eigur at lata vera við sviðusoð. Sostatt er leygarkøldið føroyskt burturav við ungum tónleiki. Jazzur stendur sum sagt ongantíð í stað, og tí hevur jazzfestivalurin avgjørt eisini at gloppa dyrnar fyri tí nýggja og eksperimenterandi, ið rørist í føroyskum tónleikalívi í dag.

Byrjað verður klokkan 19.30 við Deep End og Mikael Blak, sum eisini vóru á tí fyrru Rock í Føroyum fløguni hjá Tutli. Hesin ungi bólkurin ferðast í tí jazz-rockuta økinum, og er hetta bæði stuttligt og áhugavert, av tí at hugurin til slíkan tónleik plagar at koma seinni, tá trongdin til fleiri akkordir kemur undan kavi. So her er talan um búning, ið vit kunnu bíða við spenningi eftir.

Øssur Johannesen er somuleiðis tøkur á fløgu. Hon kom nevniliga út í fjør og man vera ein av teimum fáu í heiminum, ið bert inniheldur hetta eina ljóðførið: el-bassin. Av tí sama gerst hon og tónar hennara djúpir, ið kunnu tykjast krevjandi, men so sanniliga eisini spennandi fyri tey, ið lýða á. Sjálvur hevur Øssur komponerað øll løgini á fløguni sjálvur, so talan verður helst um eina sjálvstøðuga framførslu.


Ungir og tungir

Hatespeech er ein bólkur, sum tey flestu munnu hava eina meining um. Hann finst á báðum Rock í Føroyum fløgunum og gjørdist landskendur í Prix-Føroyar finaluni í ár. Bæði við sínari sermerktu framførslu, men eisini tí, at teir duga at spæla tað harða slagið av tónleiki, teir avgjørt kunnu flokkast í, hóast skráin hjá Hatespeech fevnir víða. Og tað er meira enn sigast kann um so nógvar aðrar tungmálmsbólkar.

At enda kann kremið ­ sangirnir við orkestri, solistum, kóri og dansarum ­ úr sangleikinum Skeyk aftur upplivast á palli. Hetta verkið fekk jú sera góða umrøðu, tá tað varð framført í aprílmánaða, men nú er so møguleiki aftur at hoyra Skeyktónleikin, ið eisini umboðaði nógv tónleikasløg.

Jú, her er talan um eitt sindur av hvørjum, tá hugt verður í festivalskránna, sum eisini er lýst aðrastaðni í blaðnum í dag. Jazzurin, sum í næstum fer at seta dám á Havnina, er jú so nógv ­ kann ikki setast í bás, tí hann flytir seg alla tíðina og er sostatt torførur at allýsa, tí hann rúmar jú meira og meira.

So kanska hevði amerikanski sangarin, guitaristurin og tónasmiðurin, Frank Zappa, rætt, tá hann segði, at »jazzurin er ikki deyður ­ hann luktar bara eitt sindur løgið«.