FK hevði dundrandi hall í fjør

Tøllini á botnlinjuni hjá Føroya Keypsamtøku vóru blóð reyð fjør

 

Eftir eitt vánaligt úrslit í 2021, tá hallið var 2,2 milliónir krónur var úrslitið enn verri í 2022, tá hall trífaldaðist til 7,6 milliónir krónur.

Tað sæst í ársroknskapinum, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz.

Nettosølan hjá Keypsamtøkuni í fjør var góðar 261 milliónir krónur í mun til 265 milliónir árið fyri. Framleiðslukostnaðurin vaks úr 217 upp í 220 milliónir krónur, og bruttovinningurin minkaði úr 47,6 milliónum niður í 40,9 milliónir krónur.

 

Í leiðslufrágreiðingini skrivar leiðslan í Keypsamtøkuni, at afturgongdin í umsetninginum stóst av,a t felagið hevur skipft KT skipan, og at inflatiónin hevur verið so stór. Leiðslan sigur seg vera ónøgda við úrslitið.

Leiðslan hevði væntað, at úrslitið í ár fór atliggja ímillum 0 og eina hálva millión í halli, men at hesum máli rukku tey ikki, staðfestir leiðslan í Føroya Keypsamtøku.

Felagið roknar í ár við einum halli í ár upp á ímillum 1,3 milliónir og 1,8 milliónir krónur.

Eginognin hjá Føroya Keypsamtøku er tí eisini tódnað úr 49,7 milliónum krónum niður í 42,3 milliónir krónur.

Hjá Føroya Keypsamtøku starvaðust í fjør 132 fólk, trý færri enn árið fyri.