Fløgur Ragnar í Vík og Jógvan Andrias

Tvær fløgur koma í dag út á marknaðin. Ragnar í Vík syngur Hank Williams og vísufløgan hjá Jógvan Andrias Joensen er nú komin, eftir at hava verið seinkað

Leingi hava báðar fløgurnar verið á veg. Jógvan Andrias av tekniskum orsøkum nakrar vikur seinkaður. Ragnar hevur givið sær góðar stundir og tað sæst og hoyrist á fløguni.

Talan er um fløgu, har Ragnar syngur sangir hjá fyrimyndini Hank Williams. Og tað sæst eisini beinanvegin, at her er talan um mera, enn eina vanliga country fløgu. Húsin er nakað fyri seg. Í røttum countrystíli og eisini sera persónligur og harvið swera áhugaverdur. Vit koma at kenna Ragnar. Vinfólk skriva um hann og hansara lívsleið sum tónleikari og menniskja.


Afturat sær hevur Ragnar royndar tónleikarar. Ein freistast at siga tann góða gamla gardan, uttan tó at leggja dent á orðið gamla.

Ronnie Nielsen og Ragnar hava lagt tilrættis. Umframt teir eru hsi við. Kolbein Simonsen, Arnbjørn Sivertsen, Ólavur Øster, Hans Christian Hansen, Herluf Lutsen, Thomas M. Smith, Jógvan Dahl, Rúna á Heygum, Sámal Ravnsfjall, Milson Zachariassen og Simme Jacobsen.

Snøgga húsan hevur Poul Hansen gjørt.

Tveir tekstir eru týddir av Birgir Kruse og hann er komin væl frá tí.

Ein sonn countryfløga, sum tykist gjøgnumførd. Krás hjá teimum, ið dámacountry og Hank Williams.

Tutl gevur út.




Jógavn Andrias

Nú eru nakrar vikur síðani, at Jógvan Andrias helt konsertir, tí fløga hansara skuldi koma út. Tó kom ymiskt í vegin, men nú er hon komin til landið.

Jógvan Andrias hevur Edvard N. Debess og tveir norskar tónleikarar afturat sær.

Talan er um vísur og tónleikurin er grundaður á akkustisk ljóðføri. Ein vísufløga, ið stendur stinn á hillini við vísutónleiki og sum vit óivað koam at hoyra eitt sindur til.

Tað er eisini Tutl, ið gevur hesa fløguna út.