Um ein mánað tekur Atlantic Airways við nýggja Airbus 319-flogfarinum. Samstundis við hetta fer felagið at flúgva bæði til Barcelona og Grikkalands.
Hetta kom fram á tíðindafundi, sum felagið skipaði fyri í morgun. Umframt hetta er greitt, at oljuavgaldið lækkar við 80 krónum 28. mars, ið er føðingardagur hjá felagnum, samstundis sum felagið økir um prísspennið og útboðið av bíligum ferðum.
- Bíligasta ferðin fæst nú úr 995 krónum, upplýsti felagið á tíðindafundinum fyri løtu síðani.
Tann 22. mars verður skrivaður ein nýggjur kapittul í føroyskari flogsøgu. Tá verður nýggja Airbus 319-flogfarið latið Atlantsflogi. Í løtuni verður flogfarið gjørt liðugt í Hamburg, og tá allar royndarflúgvgingar eru av, tekur Atlantic Airways við leveringini og kann flúgva flogfarið heim.
Airbus 319-flogfarið tekur 144 ferðafólk og verður bíligari í rakstri enn verandi flogfør. Tað er serútgjørt til flúgving upp á Føroyar og er rúmligari enn verandi flogfør.
- Við bíligari rakstri ber til hjá Atlantic Airways at lækka oljuavgjaldið úr 280 niður í 200 krónur. Hetta verður gjørt 28. mars og fer at merkjast á ferðaseðlaprísunum.
- Vit standa fyri einum nýggjum tíðarskeiði í føroyskari flúgving. Airbus 319 skapar nýggjar møguleikar, og hendan íløgan kemur ferðafólkunum til góðar við lægri byrjunarprísum og fleiri ferðamálum, sigur Magni Arge.