2. deild
Samlaða myndin í 2. deild broyttist ikki stórvegis um vikuskiftið. Hvørki í toppi ella botni.
Toftamenn, sum higartil í ár hava verið rættiliga sannførandi, vitjaðu hesaferð á Argjum, og tann dysturin varð mettur sum fyrsta veruliga styrkisroyndin hjá toftamonnum. Ikki minst, tí AB í kappingini um FSF-steypið hevði spælt javnleik móti B68.
Og oddaliðið fekk eisini ein lítlan skelk alt fyri eitt. Fyrrverandi stórskjúttin hjá B68, Súni Fríði Barbá, stóð brádliga leysur í brotsteiginum, og so kundi hann vísa, at hann framvegis veit, hvar málið stendur.
Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn javnvág var komin í roknskapin. Ovi Magnussen skeyt B68 upp á javnt, og kundi ein væl spælandi Jóhan Petur Poulsen skjóta toftamenninar upp á bæði 2- og 3-1. Og so gekk tað mesta ein vegin. AB fekk í løtum tillutað leiklutin sum statistar, og tað var ikki fyrr enn móti dystarenda, at vertirnir aftur komu á talvuna. Tá hevði B68 longu skorað seks ferðir, og so var ikki meira at tosa um tann vegin.
Tey næstu halda fast
Tað eru B71 og FS Vágar, sum tykjast vera avbjóðararnir hjá B68, og tey vunnu bæði truplar útidystir leygardagin. B71 vitjaði í Sumba, har tað væl kundi enda við heimasigri. Sumba legði seg í seinna hálvleiki á odda, men við málum frá Magnus Olsen og Clayton Soares móti dystarloki eydnaðist kortini gestunum at fara norður aftur við øllum.
Tað gjrødist FS Vágar eisini, tá teir vitjaðu næst besta HB-liðið. Hendrik Rubeksen gav annars spenning í dystin, tá hann í seinna hálvleiki javnaði til 1-1, men við málum frá Per Joensen og Silva eydnaðist kortini gestunum at taka alt.
Javnleikur í botnuppgerð
Stórur spenningur var eisini um dystin í Gøtu, har tey bæði niðastu liðini í deildini skuldu takast. Gøtumenn hava higartil verið púra blankir, men teir komu á sigurskós fyri steðgin við máli frá Magnusi Jacobsen. Hetta tóktist eisini halda sær, men tað eydnaðist tó Tórðuri Hentze at javna fyri B36, og so kundu báðir partar ásanna, at innanhýsis støðan framvegis er óbroytt fyri teirra viðkomandi.
Risa-sigur í Leirvík
Og tað tykist ganga tann vegin, at Royn fer at nærkast botninum. Skaðar hava í ólukkumát rakt liðið, sum fyrstu tvey umførini fekk seks stig, men aftur hesaferð gjørdist talan um stórtap. Í Leirvík var Royn enntá aftanfyri 9-0 í steðginum, og tó at vertirnir tóku sær meira av løttum eftir steðgin, so beyð ikki bøtur. 12-1 gjørdist úrslitið, og so mugu hvalbingar bara vóna, at skaddu menninir skjótt verða tøkir aftur.
Úrslitini
AB-B68 2-6 (1-3)
1-0: Súni Fríði Barbá
1-1: Ovi Magnussen
1-2: Jóhan Petur Poulsen
1-3: Jóhan Petur Poulsen
1-4: Eyðstein Skipanes
1-5: Øssur Jacobsen
1-6: Jóhan Petur Poulsen
2-6: sjálvmál
Sumba-B71 1-2 (0-0)
1-0: Sigmund Olsen
1-1: Magnus Olsen
1-2: Clayton Soares
HB-FSV04 1-3 (0-1)
0-1: Jákup Joensen
1-1: Hendrik Rubeksen
1-2: Per Joensen
1-3: Silva da Braga
GÍ-B36 1-1 (1-0)
1-0: Magni Jacobsen
1-1: Tórður Hentze
LÍF-Royn 12-1 (9-0)
Hava tíverri ikki fingið fullfíggjað yvirlit yvir málskjúttarnar