Kalsoyarfjørður: Hóast onkur skuldi trúð, at tann skjótt 36 ára gamli Sam hevði siglt fyri seg, so prógvar hann hvønn einasta dag sítt virði.
Einar 6-8 ferðir um dagin er hann álitið hjá teimum kalsoyingum ið ætla sær av oynni, ella hjá øðrum sum hava einihvørji ørindi ella arbeiði at gera í Kalsoynni við ella uttan bil.
Onkur kann kanska seta spurnartekin við komfortin umborð á Sam, men líkt er til at fólk ikki hava stundir at hugsa stórvegis um hetta: Tað tekur ikki stórt meiri enn 18 minuttir at sigla tvørtur um Kalsoyarfjørð.
- Eg haldi, at Sam er sera væl egnaður til hesa siglingina. Ein kundi so ikki havt eitt minni skip til hetta, slær Marius fast. Hann er ættaður úr Hvannasundi, men er búsitandi í Runavík.
- Sam er sera arbeiðsligur, og kann brúkast til næstan allar uppgávur á hesi leiðini og aðrastaðni kring oyggjarnar. Jú, hetta er eitt fínt skip.
Arbeiðsferðin er 9,7 míl, og tað er bert ein løta so hevur stýrimaðurin henda túrin ført skip, manning, ferðafólk, bilar og tíðindafólk til ferjuleguna á Syðradali ein kaldan mikudag í farnu viku.
Tilkalling
Á Kalsoynni búgva í dag 109 fólk. Her er talan um fólk í øllum aldrum, og sum hava gagn av regluligu siglingini hjá Sam.
Møguleiki er hjá teimum virkisføru og teimum lestrarhugaðu at búgva í oynni, og fara til arbeiðis ella í skúla á meginøkinum á morgni og heim aftur á kvøldi.
Sam fer tískil av Klaksvík klokkan 6:40 hvønn gerandismorgun og av Syðradali aftur klokkan 7. Soleiðis røkka øll hesi fólkini at koma rættstundis til arbeiðis og í skúla ein tíma seinni í Klaksvík og bygdunum nærhendis.
Kalsoyarleiðin er haraftrat løgd soleiðis til rættis, at ein túrur er seint á kvøld - so seint, at oyggjarfólkið kann luttaka við ymisk frítíðarítriv og líknandi í Klaksvík, og kortini sleppa heim aftur sama dag.
- Vit hava ein túr kl. 22:15, sum í roynd og veru er ein tilkallitúrur. Men tað er næstan ikki dagur, at hann ikki verður sigldur, staðfestir Marius við einum brosi.
Akkurát
Kalsoyarfjørður er gott farvatn at sigla í, men tað gevast kortini umstøður og líkindi, tá ætt og rák ganga ímóti hvørjum øðrum. Tá kann verða heldur gjálvut í sjónum.
- Men tað gongur altíð. Hinvegin so er ikki nógv út at geva, tá tú kemur inn um pierarnar her á Syðradali. Har er í øllum førum ikki nógvir metrar at spæla við millum teir báðar.
- Tað hevði sjálvandi verið ynskiligt, um tað var eitt sindur longri millum pierarnar, men tað er sum altíð ein peningaligur spurningur, vísir Marius á.
Hóast hetta, kemur tað nærum ikki fyri, at Sam avlýsir ein túr. Hetta kann verða gjørt síðsta túr á kvøldi í ódnarveðri og myrkri á hávetri, og talan kanska bert er um ein einstakan persón sum skal til hús.
- So kunnu vit bara tosa við viðkomandi, so hann tekur tann næstseinasta túrin, heldur enn tann seinasta. Jú, tað plagar eisini at ganga, sigur stýrimaðurin.
Halda stikk
Sam siglir upp í 8 túrar um Kalsoyarfjørð um dagin. Hetta ger sítt til, at fólk trívist í oynni og framvegis vilja verða búsitandi her.
- Ja, tá man tosar um útoyggjapolitikk, so hevur Kalsoyggin við hesum skipinum og hesi farleiðini allar møguleikar fyri at halda stikk við fólkatali. Kann Kalsoyggin ikki halda stikk, so verður trupult hjá øðrum útoyggjum at gera tað sama.
- Men sjálvandi alt veldst um ungdómin. Hann vil jú vera har sum aktivitetirnir eru og har tað er høgligast at sleppa til og frá, slær Marius Sørensen fast.
Og hann leggur aftrat: - Skal man liva á eini oyggj sum hesari, so eru forteytirnar avgjørt til staðar við hesum sambandinum.
SAMBAND
Var tað ikki fyri góða ferðasambandið við Sam, hevði neyvan verið sama fólkatalið á Kalsoynni. - Hetta er eitt fínt skip til hesa farleiðina, og fólk eru fegin um henda møguleikan at sleppa fram og aftur við bili, sigur Marius Sørensen, stýrimaður sum situr við róðurpinnin, saman við Regin, maskinmeistara