Fleiri deyð eftir spreinging í mosku í Pakistan

Talan var helst um eina sjálvmorðsbumbu í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad

Í minsta lagi 31 lótu lív og næstan 170 vórðu særd í einari bumbuspreinging í einari mosku í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, í dag.

 

Sambært BBC var skjóting at hoyra, áðrenn bumban brast, og sagt verður, at ein brotsmaður flýddi av staðnum. 

 

- Ein annar brotsmaður royndi at koma sær framvið vaktunum, og tá hesin small í gólvið, brast sjálvmorðsvesturin, sum hann var í, sigur eitt vitni við BBC.

 

Eitt annað vitni sigur, at tá hann kom á staðið, var bumban longu brostin, og fólk lógu um tað heila.

 

Í fyrstani varð kunngjørt, at 11 høvdu latið lív í álopinum á moskuna, men síðan er talið dagført, og nú verður sagt, at 31 fólk lótu lív.

- Haraftrat er talið av særdum, sum eru send á sjúkrahús, dagført og er nú 169, sigur Irfan Memon, sum starvast hjá løgregluni í Islamabad.

 

Reuters veit at siga, at hetta er deyðiligasta sjálvmorðsálopið í Islamabad í meira enn 10 ár, og lagt verður aftrat, at støðan hjá nøkrum av teimum løstaðu er álvarslig.

 

##med2##

 

Sagt verður, at sjiamuslimar umboða umleið 20 prosent av íbúgvunum í Pakistan, og samlaða fólkatalið nærkast 250 milliónum.

 

- Minnilutin hevur fleiri ferðir verið fyri álopum frá pakistanskum Taliban og víðgongdum bólkum av sunnimuslimum sum IS.

 

BBC veit eisini at siga, at higartil hevur eingin tikið ábyrgdina av álopinum.

Bæði forsetin í Pakistan, Asif Ali Zardari og forsætisráðharri landsins, Shehbaz Sharif, hava fordømt álopið og hava lýst samkenslu við teimum avvarðandi.