- Fleiri duttu

Tjaldingarøkið til G! festivalin læt upp fyrr í dag, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg

Síðan í morgun hava fólk staðið í kø fyri at koma inn á tjaldingarøkið til G! festivalin. Orsøkin, at tey velja at bíða í fleiri tímar, áðrenn tey sleppa inn, er fyri at fáa gott pláss. Inni í einum tjaldi fann in.fo nakrar glaðar festivalgestir.

 

- Kemur man ov seint, so kann man vænta, at øll tey bestu plássini eru farin. Vit komu her kl. 13, so vit stóðu eina góða løtu uttanfyri, sigur Rannvá Winther úr Havn.

 

- Tað gekk ordiliga vilt fyri seg, tá portrini lótu upp. Vit taldu niður, og tá vit komu á null, fóru øll stormandi inn. Summi aftan fyri meg duttu, og satt at siga hevði tað kunnað blivið heilt alvorligt, um okkurt gekk galið, sigur Ásla Haraldsen úr Havn.

 

Inni í tí vitjaða tjaldinum sova seks gentur.

 

- Tað verður onki problem. Vit eru allar góðar vinkonur, so tað skal nokk gerast stuttligt, sigur Hjørdis Jørgensen, ið metir, at lívið í tjaldingarøkinum telur fyri 80 pct. av samlaða festivalupplivingini.