Fleiri enn 200 deyð í hitabylgju í Spania

- Síðan hin 18. juni eru 40 fólk druknað í Fraklandi, og franski forsætisráðharrin, Sébastien Lecornu, sigur, at tað serliga eru ung fólk, sum eru druknað

Spanska ávísin, El Nacional, veit at siga, at 213 deyðsføll í Spania seinastu vikuna kunnu knýtast til hitabylgjuna, sum hevur herjað í Evropa.

 

Í Spania varð mesti miðalhiti síðan í juni 1950 máldur týsdagin í hesi vikuni, og lokalt í Spania vórðu fleiri hitamet sligin henda dagin, veit CNN at siga.

 

Sagt verður, at í Cantabria á sponsku norðurstrondini vórðu máld 43,7 hitastig týsdagin, og hetta er mesti hiti, sum nakrantíð er máldur í regónini.

 

Lagt verður aftrat, at í dag eru hitaávaringarnar í Spania avblástar.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at fleiri druknivanlukkur hava verið í Fraklandi seinastu tíðina, og fleiri av hesum verða knýttar til nógva hitan. 

 

##med2##

 

- Síðan hin 18. juni eru 40 fólk druknað í Fraklandi, vistu franskir myndugleikar at siga týsdagin í vikuni.

 

Franski forsætisráðharrin, Sébastien Lecornu, hevur sambært Le Monde sagt, at tað serliga eru ung fólk, sum eru druknað í Fraklandi seinastu tíðina.

 

 

 

 

 

Sébastien Lecornu er franskur forsætisráðharri