Fýra dystir í fjórða umfari í Betri Deildini eru í dag. Tann fimti var í gjárkvøldið, tá ið Skála á heimavølli vann 3-0 ímóti Suðringum. Eftir at tað leingi hevði verið javnt skrædnaði tað fram ímóti dystarenda, tá ið Skála økti til bæði 2-0 og 3-0.
Undan dagsins dystum sigur støðutalvan, at KÍ, EB/Streymur og NSÍ eru á heiðursmerkjaplássunum undan fjórða umfari.
Toppliðið KÍ eigur heimavøll ímóti AB, sum er næstniðast.
NSÍ, sum er á bronsuplássi, eigur heimavøll ímóti 07 Vestur, sum er aftast.
EB/Streymur er framvegis ósigrað. Í dag eigur felagsliðið heimavøll ímóti HB, sum fyri fyrstu ferð í ár er á veg úr Gundadali. Eftir tap ímóti KÍ á heimavølli í fyrsta umfari hevur HB vunnið úrtøku tvær tær seinastu ferðirnar – sigur á Víkingi og javnleik ímóti B36.
Í Sarpugerði fáa meistararnir seinnapartin vitjan av B36. Hjá báðum pørtum hevur tað verið eitt sindur upp og niður í fyrstu umførunum. B36 hevur fýra stig, og Víkingur hevur trý stig.
Tað verður boðað frá góðum fótbóltslíkindum seinnapartin. Hitin verður eini tvey ella trý stig omanfyri frostmarkið, og tað verður turt og stilt.
KÍ – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00
EB/Streymur – HB: Lars Müller kl. 16.00
Víkingur – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Í gjár
Skála – Suðringar 3-0 (1-0)
1-0: Brian Jakobsen 4.
2-0: Andri Benjaminsen 81.
3-0: Brian Jakobsen 86.