Myndir: Steven Knap/Ritzau Scanpix

Fleiri fólk rakt av skotum Í Holbæk

Fleiri fólk vórðu seinnapartin rakt av skotum í Holbæk í Danmark. Løgreglan heldur, at skottilburðurin hevur samband við eina uppgerð í kriminella umhvørvinum.

Myndir: Steven Knap/Ritzau Scanpix

Midt- og Vestsjællands Politi er til staðar á fleiri støðum í Holbæk eftir skottilburðin, sum varð fráboðaður umleið klokkan 15.45 lokala tíð.

 

Løgreglan hevur váttað, at fleiri fólk eru rakt, men vil enn ikki upplýsa nærri um støðu teirra.

 

– Vit kunnu í løtuni ikki upplýsa meira um heilsustøðu teirra, sigur løgreglan.

 

Fyribils metingin er, at talan er um eina uppgerð í kriminella umhvørvinum. Enn er ógreitt, hvat hevur elvt til tilburðin, og um talan er um eitt lokalt stríð.

 

Skottilburðurin fór fram í bústaðarøkinum Agervang í sunnara parti av Holbæk. Økið, sum áður hevur skift navn til Grønneparken, er í høvuðsheitum sett saman av fimm hæddir høgum íbúðarbygningum.

 

Bústaðarøkið varð í 2022 tikið av danska listanum yvir sokallað parallelsamfeløg, áður nevndur ghettolistin.

 

Løgreglan leitar eftir teimum, sum stóðu aftan fyri skottilburðin. Sambært teimum fyribils upplýsingunum fóru tey av staðnum í einum hvítum bili.

 

Løgreglan heitir á fólk, sum hava upplýsingar um málið, ella sum hava sæð fólk ella akfør fara av staðnum, um at ringja 114.

 

RITZAU

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Myndir: Steven Knap/Ritzau Scanpix