Nú er Víkingur á heiðursmerkjaplássi

Eftir heimasigur ímóti B68, sum er undir strikuni, eru tað bara tvey stig frá víkingunum og fram til oddaliðini

Einasti landskappingardysturin í Meistaradeildini hjá monnum í dag var seinnapartin í Sarpugerði, har Víkingur hevði vitjan av B68.

 

Víkingur vann 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan, og úrslitið ber við sær, at Víkingur er á triðja plássi, nú ein triðingur er eftir av kappingini. Víkingur hevur 32 stig og er tvey stig frammanfyri B36.

 

Hetta var 14. ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum við úrtøku. Góða gongdin ber við sær, at tað eru tvey stig frá Víkingi og fram til toppliðini KÍ og NSÍ, sum tó hava ein dyst eftir í øðrum triðingi av kappingini. Tey fara at spæla í annaðkvøld, tá ið KÍ eigur heimavøll ímóti HB, og tá ið NSÍ eigur heimavøll ímóti Skála.

 

Líkindini at spæla fótbólt vóru ikki góð í Norðragøtu í dag. Vindurin darvaði heilt nógv, og øll trý málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið B68 hevði vindin undan.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Víkingur seg á odda, og stutt undan steðginum øktu víkingarnir um leiðsluna til 2-0. Fyrra málið skoraði Aron Benjaminsen, sum nú hevur skorað sjey mál og saman við Simon Jørgensen og Michal Przybylski er ovast á máltindinum. Fleiri ferðir royndu víkingarnir seg við fløtum innleggum til handara stólpa. Soleiðis var eisini hesa ferð, tá ið bólturin sá út til at fara út av baklinjuni, men ágrýtni og eyðsýndi Aron Benjaminsen megnaði at skava bóltin í málið. Innleggið átti eyðsýndi Ingi Jonhardsson.

 

2-0 málið eiga toftamenn at iðra seg um, tí tá vóru teir ikki nóg avgjørdir, og so prikaði Jákup Johansen bóltin í málið.

 

So sá tað út til at vera leyst og liðugt, tí tað lá til, at Víkingur við 2-0 leiðslu í seinna hálvleiki fór at hava vindin undan. Men ein minutt undan steðginum minkaði B68 um munin. Miðvallarin Patrick Mensah, sum fyrr í ár hevur verið skaðadarvaður, smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin smeyg sær dygst inn við stólpanum. Hetta var fyrsta málið hjá Patrick Mensah í ár, og annað málið, síðani hann síðsta summar flutti av Skála og til B68. 14. september í fjør skoraði hann, tá ið B68 í 22. umfari vann 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Hóast vánalig líkindi, so royndu báðir partar at spæla fótbólt. Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni, og tað vóru støður og møguleikar, men so við og við fótaðu gestirnir sær, og møguleikin lúrdi, at tað skuldi eydnast B68 at javna og harvið megna sama 2-2 úrslit, sum toftamenn fyrr í ár megnaðu í Gøtu. Eitt nú var Loick Jean Henri Lespinasse einar tvær ferðir um at verða leysur innanfyri annars tryggu miðverjuna hjá Víkingi.

 

Meðan dagsskráin hjá Víkingi er at berjast um europeiskt atgongumerki, heiðursmerki og kanska FM, so er setningurin hjá B68 at stríðast fyri í síðsta triðingi av kappingini at vinna pláss omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Um eina viku fer Víkingur at spæla á Skála, og um eina viku fer B68 í Gundadal at hitta HB.