Ovara endaspælið: HB vann á Víkingi í Gundadali

HB og Víking leiktu fyrsta dystin í ovara endaspælinum

Lisa Haraldsen skoraði sigursmálið hjá HB

Fyrsti dysturin í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum var leiktur á ovara vølli í Gundadali seinnapartin í dag.

 

Tað eydnaðist oddaliðnum, HB at halda fast í FM-kósini við at vinna 1-0 á Víkingi.

 

Lisa Haraldsen skoraði sigursmálið í 77. minutti. Silja R. Trier legði upp til málið.

 

Sambært dystir.fo vístu hagtølini: royndir á málið hjá mótstøðuliðnum 10-2 til HB.

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla Skála ÍF og KÍ dyst undir Mýruhjalla á Skála.

 

HB er fremst við 39 stigum. KÍ hevur 31 stig, Víkingur hevur 24 stig, meðan Skála ÍF er aftast við 10 stigum.

 

 

 

 

 

 

 

Lisa Haraldsen skoraði sigursmálið hjá HB