Tá løgreglan gjørdi ferðslukanningar í gjár fekk hon eitt óvanliga stórt hál av bilførarum, sum tosaði í fartelefon, meðan teir koyrdu bil. Seks bilførarar vórðu tiknir fyri tað, og tað kostar teimum eina bót upp á 1.500 krónur umframt klipp í koyrikortið.
Løgreglan gjørdi eisini ferðkanningar í gjár. Og fleiri koyrdu ov skjótt.
Ein varð tikin fyri at koyra 85 km um tíman í bygdum øki, har tað bara er loyvt at koyra 50. Fyri tað fært tú bót umframt eina treytaleysa frádøming av koyrikortinum, sum merkir, at tú skal taka koyrikortið av nýggjum.
Ein annar bilførari fekk klipp fyri at koyra 74 km um tíman í bygdum øki í Eysturoy. Tað fær hann bæði klipp í koyrikortið fyri umframt eina bót upp á 1.500 krónur.
Ein bilførari koyrd 107 og ein annar 110 km um tíman. Teir fáa eisini klipp í koyrikortið og 1.500 krónur í bót.
Ein persónur á motorsúkklu varð máldur at koyra 87 í bygdum øki. Tað fær hann treytaða frádøming av koyrikortinum fyri umframt eina bót.
Og so hevur løgreglan aftur í nátt klipt nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur rindað fyri trygging, vegskatt ella ikki hevur møtt til sýn. Fongurin hjá løgregluni í nátt var 24 sett av nummarplátum.











