Sunnudagin var HM-finalan í íshokki leikt í Zürich í Sveis. Í finaluni hittust vertstjóðin og Finnland.
Sveis hevði undan hesari finaluni verið í fýra HM-finalum uttan at megna at vinna HM-gull. Og tann søgan endurtók seg í dag.
Finnland vann finaluna 1-0 aftaná longda leiktíð. Konsta Helenius gjørdist sigursmálskjútti og harvið tjóðarhetja í íshokkiøra Finnlandi.
Talan er um fimta HM-gullið hjá Finnlandi, ið eisini gjøgnum tíðirnar hevur vunnið níggju HM-silvur og tríggjar HM-bronsur.
Sunnudagurin gjørdist ein góður norðurlendskur dagur. Tí í bronsudystinum skrivaði Noreg søgu við at vinna 3-2 á Kanada aftaná longda leiktíð. Talan er um fyrsta HM-heiðursmerkið í søguni hjá Noregi.
Noreg var leingi á odda 2-0 í vanligu leiktíðini, men seinastu 75 sekundini megnaði Kanada at skora tvey mál, og harvið tryggja sær longda leiktíð.
Noah Steen gjørdist stóra hetjan hjá Noregi, tá hann tríggjar minuttir inni í longdu leiktíðini syrgdi fyri, at Noreg vann 3-2, og skrivaði glæsuliga søgu.
##med2##












