Fleiri lyklaspælarar eru ikki tøkir

Skála spælir fyri lívinum í bestu deildini, meðan KÍ nú ikki er so langt frá silvurplássinum

Síðsti dystur í bestu deildini undan landsliðssteðginum verður nú klokkan 15 í Klaksvík, har Skála er gestur hjá KÍ.

 

Hjá Skála eru alli tøkir uttan Dávid Johansen, Martin Johansen og Jan Ingi Hansen, sum allir hava verið so mikið skaðadarvaðir seinastu tíðina, at tað er langt síðani, at teir vóru á vøllinum. Í dag kemur tað illa við, at miðverjin og liðformaðurin Jákup Jakobsen ikki er tøkur, og tað er miðvallarin Karl Martin Johansen heldur ikki.

 

Hjá KÍ eru fleiri spælarar ikki tøkir. Céderic Yambéré fór í vikuni aftur til Fraklands, og Albert Ejupi er leikbannaður. Heini Vatnsdal var á vøllinum í Finnlandi hóskvøldið. Hann er ikki á listanum í dag, og tað er Hallur Hansson heldur ikki. Jákup B. Andreasen og Jonn Johannesen eru skadir.

 

Meðan KÍ hevur vunnið fulla úrtøku seinastu fimm ferðirnar í landskappingini, so hevur Skála ikki vunnið fulla úrtøku síðani 1. juni, tá ið heimadysturin ímóti ÍF endaði við 3-2 sigri. Síðsta vikuskifti var tað vónbrot, at tað á heimavølli endaði 3-3 ímóti ÍF, sum var aftanfyri bæði 2-0 og 3-2.

 

Skála er á áttana plássi við 15 stigum, og KÍ er á triðja plássi við 45 stigum. Tað eru trý stig fram til HB, sum hevur spælt tveir dystir fleiri enn KÍ.

 

 

 

KÍ – Skála kl. 15.00

 

Dómari: Mika Pesonen úr Finnlandi

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Alexander Berntson, Ahmed Latif – René Shaki Joensen, Deni Pavlovic, Mads Bo Mikkelsen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð,  Joseph Michael Williams

 

Venjari: Espen Haug

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Markus J. Hellisdal, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Nicolai Dohn, Emil Rosenborg – Ari Ó. Ellingsgaard, Marjus Nón, Ragnar Skála,  – Maxwell Effiom

 

Venjari: Pauli Poulsen