Tíðindaskriv
Føroyskar kvinnur, sum fáa bróstkrabba, fáa lutvíst viðgerð í Danmark. Kanska er støðan viðvíkjandi teimum frægari enn hjá teimum donsku, tí bíðitíðin at sleppa í viðgerð í Føroyum eftir at sjúkan er staðfest, er nærum eingin. Stráluviðgerðina fáa føroysku kvinnurnar í Danmark.
Á hvørjum ári fáa í miðal 24 kvinnur í Føroyum staðfest bróstkrabba, í Danmark er talið 4.000. Tað vil siga, at ein av níggju kvinnum fær bróstkrabba. Talið á teimum, ið fáa bróstkrabba, økist við umleið tveimum prosentum hvørt ár; tað merkir, at í Danmark kunnu tey staðfesta 800 fleiri tilburðir av bróstkrabba um árið enn fyri bara 10 árum síðan.
Hóast henda dapra veruleika, kunnu vit gleðast um, at viðgerðirnar gerast alla tíðina betri, og at møguleikarnir at yvirliva eina slíka sjúku økjast fyri hvørt ár. Í tølum merkir tað, at møguleikin at yvirliva sjúkuna í øllum førum fimm ár eftir, at hon er staðfest, er økt úr 47 prosentum upp í 79 prosent eftir 60 árum.
Í mun til hini norðurlondini, haltar Danmark aftaná. Í Danmark er møguleikin at yvirliva krabbamein fimm ár eftir sjúkustaðfesting 79 prosent, meðan hann er 89 prosent í Svøríki. Ikki tí, at viðgerðirnar eru betri í Svøríki, men tí at sjúkan verður staðfest fyrr og tí er lættari at viðgera. Í Svøríki hava tey langa tradisjón við mammografi; allar kvinnur í aldrinum 50 til 60 ár hava í boði bróstkrabbascreening, og hetta er kanska orsøkin til munin. Hetta tilboðið er enn ikki galdandi fyri kvinnur í Føroyum – í Danmark stendur tilboðið kvinnum í nøkrum kommunum í boði.
Føroya Felag móti Krabbameini