Fleiri parkeringspláss í SMS

Í gjár vóru tvey hús, ið standa vestan fyri SMS á Trapputrøðni í Havn, rivin niður. Talan er um hús, ið SMS hevur keypt, og sum nú eru tikin niður fyri at skapa rúm fyri fleiri parkeringsplássum.
Niels Mortensen, stjóri í SMS, sigur, at arbeiðið er ein partur av útbyggingini í SMS, og at nýggja økið vestan fyri bygningarnar fer at geva eini 70 nýggj parkeringspláss.