Sambært guvernørinum í býnum hava álopini elvt til skaðar á undirstøðukervi, og fleiri fólk skulu vera komin til skaða. Higartil er ikki upplýst, hvussu nógv tey særdu eru, og eingin er sambært russiskum myndugleikum deyður.
Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at býráðið í Sankta Pætursborg leggur Ukraina undir at standa aftan fyri álopini.
Dronuálopini koma samstundis sum stóra vinnu- og búskaparráðstevnan St. Petersburg International Economic Forum byrjar í býnum. Ráðstevnan verður ofta nevnd „Russiska Davos“ og savnar politiskar leiðarar og vinnulívsfólk úr fleiri londum.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, verður væntandi millum høvuðsrøðararnar á ráðstevnuni, sum heldur fram til leygardagin.
Enn er ógreitt, um samband er millum ráðstevnuna og dronuálopini.
Álopið á Sankta Pætursborg kemur stutt eftir, at sjey fólk lótu lív í einum øðrum dronuálopi í russiskt-kontrolleraða partinum av Donetsk-landslutinum í eystara Ukraina. Sambært russiskum myndugleikum varð ein ferðafólkabussur raktur á veg úr Moskva til Simferopol á Krim-hálvoynni.
Kelda: Ritzau/Reuters.











