René Redzepi hjálpti til at lata Noma upp aftur í 2003 í Keypmannahavn. Matstovan hevur síðani fingið tríggjar Michelin-stjørnur. (Savnsmynd). - Mynd: Thibault Savary/Ritzau Scanpix

Noma-kokkur fer frá eft­ir at­finn­ing­ar frá fyrr­ver­andi starvs­fólkum

René Redzepi hevur valt at leggja frá sær, eftir at eitt amerikanskt blað almannakunngjørdi eina atfinningarsama søgu um kokkin.

René Redzepi hjálpti til at lata Noma upp aftur í 2003 í Keypmannahavn. Matstovan hevur síðani fingið tríggjar Michelin-stjørnur. (Savnsmynd). - Mynd: Thibault Savary/Ritzau Scanpix

Kokkurin á matstovuni Noma René Redzepi, sum er medstovnari og medeigarin av Michelin-matstovuni í Keypmannahavn, leggur frá sær.

 

Tað boðaði Redzepi frá gjárkvøldið í eini video á sosiala miðlinum Instagram.

 

– Eftir meira enn tvey áratíggju við at byggja og leiða matstovuna, havi eg avgjørt at leggja frá mær og lata okkara sera dugnaligu leiðarar leiða matstovuna inn í næsta kapittul, skrivar René Redzepi.

 

Fráboðanin kemur eftir at amerikanska blaðið The New York Times fyri stuttum gav út eina søgu við fyrrverandi starvsfólkum hjá Noma, sum søgdu seg hava verið sligin í andlitið við køksbúnaði av Redzepi.

 

35 fyrrverandi starvsfólk komu fram í greinini og greiddu frá upplivingum, sum høvdu verið frá 2009 til 2017.

 

Umleið 30 av teimum søgdu, at tað var "rutina" at verða sligin av René Redzepi og øðrum leiðandi kokkum.

 

René Redzepi nevnir seinastu umrøðuna. Hann skrivar, at tað hevur skapt týðandi samrøður um matstovuna og fyrrverandi leiðsluna.

 

– Eg havi arbeitt fyri at gerast ein betri leiðari, og Noma hevur gjøgnum nógv ár tikið stór stig til at broyta mentanina.

 

– Eg eri tilvitaður um, at hesar broytingar ikki rætta fortíðina. Ein umbering er ikki nóg mikið. Eg taki ábyrgd av mínum egnu gerðum, skrivar nú fyrrverandi Noma stjórin.

 

Í einum serligum uppslagi á Instagram hevur Redzepi eitt sindur seinni lagt eitt video út, har hann tosar við starvsfólkini á matstovuni.

 

Hann sigur, at núverandi fokus á hann stendur í vegin fyri Noma, sum hann lýsir sum matstovuna í hesum áratíggjunum.

 

Sambært Redzepi fer Noma at koma ígjøgnum verandi støðu við at vinna á gestnum ein fyri og annan eftir.

 

Noma skal lata upp eina pop-up matstovu í Los Angeles. Eftir ætlan skal Noma borðreiða við mati til gestir í amerikanska stórbýnum til seinast í juni.

 

Greinin í The New York Times hevur, sambært amerikanska blaðnum, fingið fleiri stuðlar at taka stuðulin til pop-up matstovuna aftur.

 

René Redzepi skrivar á Instagram, at hansara toymi fer at reka pop-up matstovuna í Los Angeles.

 

– Hetta toymið fer framhaldandi at flyta inn á okkara staðseting í Los Angeles, og tað verður ein verulig løta, har tey kunnu vísa tað, tey hava arbeitt við og bjóða gestum nakað heilt serligt, skrivar Redzepi.

 

Mikumorgunin lokala tíð, sambært Los Angeles Times, mótmælti ein hópur uppá umleið 12 fólk uttanfyri pop-up matstovuna.

 

Tey høvdu skelti við, har tað millum annað stóðu: "Noma kenkkaði meg" og "Títt ríki er bygt á ólønta arbeiðsmegi".

 

Noma hevur áður latið upp pop-up matstovur í Avstralia, Meksiko og Japan.

 

Upprunaliga matstovan lat upp í 2003 í Keypmannahavn. Noma hevur síðani fingið tríggjar Michelin-stjørnur og er fimm ferðir útnevnd til heimsins bestu matstovu.

 

Redzepi skrivar á Instagram, at hann eisini leggur frá sær í nevndini í almenna felagsskapinum MAD.

 

MAD, sum Redzepi stovnaði í 2011, skipar fyri mennandi skeiðum og almennum tiltøkum, m.a.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 

 

 

 

 

René Redzepi hjálpti til at lata Noma upp aftur í 2003 í Keypmannahavn. Matstovan hevur síðani fingið tríggjar Michelin-stjørnur. (Savnsmynd). - Mynd: Thibault Savary/Ritzau Scanpix