Í fjør brúktu næstan 1.800 gentur í aldrinum 10 til 14 ár á Fyn og í syðra parti av Jyllandi p-bollar. Tað vísa tøl hjá Lægemiddelstyrelsen, sum blaðið Fyens Stiftstidende endurgevur.
Barnalæknin Vibeke Manniche sigur við blaðið, at læknarnir eru alt ov skjótir at geva so ungum gentum p-bollar, og hon ávarar um avleiðingarnar, ið kunnu standast av, at so ungar gentur brúka bollarnar. Eitt nú hava kanningar staðfest, at gentur, sum taka p-bollar, meðan tær eru í vøkstri, veksa ikki meiri, tá tær byrja at brúka p-bollar, sigur hon.
Felagsskapurin Sex & Samfund hevur eina fyribyrgingarklinikk, og har kunnu gentur undir 15 ár fáa p-bollar.
-Tað er skilagott at brúka ein tryggan fyribyrgingarhátt, um gentur á so ungum aldri hava sex, tí tað er verri við einari fosturtøku sum 14 ára gomul ella at vera mamma sum 15 ára gomul, sigur Charlotte Wilken-Jensen hjá Sex & Samfund við Fyens Stiftstidende.