Heystið er ein hugnalig tíð fyri tey, sum fáast við seyð. Sosiala samveran við fjallgongu, løtunum á rættini, fletting og upptøku av slaktinum fyllir nógv hesa ársins tíð.
Á Facebook-vanganum - Koltur - verður sagt, at uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, og her verður víst á, at nú byrjar at síggjast endin í samband við seyð og seyðahald fyri í ár.
- Av tí, at áseyðatalið í Koltri skal minkast nógv, eru tað fleiri, ið hava vent sær til okkum um at fáa koltursgenini í seyðinum.
Lagt verður aftrat, at í gjár fóru seks veðragjólingar av oynni. Teir skulu føra genini víðari í Vágum, Kalsoynni og í Hesti.
- Hetta er ein spennandi tíð, har tað eru sera nógvar meiningar og sera ymiskt, hvat fellur væl í eygað, sum tey taka til á Facebook-vanganum, Koltur.
##med2##