##med2##
Millum mongu donsku miðlafólkini sum vitja í Føroyum í hesum døgum er víðagitni frásøgumaðurin, Flemming Toft.
72 ára gamli Flemming Toft starvaðist sum sjónvarpsfrásøgumaður hjá danska TV2 fram til 1. mars 2015, tá hann fór frá vegna aldur. Síðani tá hevur Flemming Toft verið fríyrkismiðlamaður.
Reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á Flemming Toft uppi á Tórsvølli fyrr í dag.
Flemming Toft var til staðar tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona 12. september í 1990, og hann vitjaði Føroyar í 1990, og aftur í 2000, tá Føroyar og Danmark seinast møttust á Tórsvølli.
Flemming Toft heldur, at føroyskur fótbóltur hevur flutt seg rætta vegin, og hann er ógvuliga hugtikin av Tórsvølli.
Flemming Toft væntar, at Danmark vinnur á Føroyum, men hann væntar ikki nakran "Walk Over", sum hann málber seg.
FM1 sigur beinleiðis frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Danmark á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 19.45, og FM1 byrjar at senda klokkan 17.
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við kenda fótbóltsviðmerkjaran, Morten Bruun.