Morten Bruun: - Danmark vinnur 3-0 (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við væl kenda fótbóltsviðmerkjaran, Morten Bruun

##med2##

 

- Danmark vinnur 3-0.

 

- Føroyar vóru ov djarvar og tóku ov nógvar kjansir ímóti Ísrael. Skal eg taka støði í bara dystinum móti Ísrael, so eru Føroyar ikki eitt so gott lið, men eg eri greiður yvir, at tað er ikki sannleikin.

 

Orðini eigur kendi 56 ára gamli fótbóltsviðmerkjarin, Morten Bruun sum sigur seg kenna hampuliga nógv til føroyskan fótbólt, og hann hevur eisini lisið uppá í samband við HM-undankappingardystin á Tórsvølli í annaðkvøld. 

 

Morten Bruun var rundanum danska landsliðið tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki 12 september í 1990, og hann minnist tað hendingina sum eina stóra sensasjón.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Morten Bruun á Tórsvølli fyrr í dag. 

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við víðagitna sjónvarpsfrásøgumannin, Flemming Toft. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Danmark á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 19.45, og FM1 byrjar at senda klokkan 17.