Flest gull til HB

Við átta gull, trimum silvur og trimum bronsu heiðursmerkjum gjørdist HB mest vinnandi felag í ár, skrivar Fótbóltssambandið.

Teitur Matras Gestsson og hini í HB vunnu tilsamans 8 gull heiðursmerki í ár - Mynd: Bjarni Enghamar

Við átta gull, trimum silvur og trimum bronsu heiðursmerkjum gjørdist HB mest vinnandi felag í ár, skrivar Fótbóltssambandið. Við átta gull, trimum silvur og trimum bronsu heiðursmerkjum gjørdist HB mest vinnandi felag í ár. Nummar 2 og 3 blivu B36 og KÍ, meðan Víkingur og Skála gjørdust nummar 4 og 5 í samlaða yvirlitinum.

 

Leygarkvøldið 4. november var finalan um Løgmanssteypið millum B68 og HB spæld á Tórsvølli, og við einum tryggum skoti í brotssparkskappingini, eftir at tað framvegis stóð á jøvnum aftaná vanliga leiktíð og umdyst, setti Hanus Sørensen úr HB endaligt punktum fyri kappingarárinum 2023.

 

Við brotssparkinum syrgdi Hanus Sørensen samstundis fyri, at Havnar Bóltfelag vann sítt áttanda gull heiðursmerki í ár. Samanlagt vunnu teir reyð-svørtu úr Gundadali átta gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsukrónur.

 

Nummar 2 í samlaða yvirlitinum gjørdist B36 við tveimum gull, fimm silvur og tveimum bronsu, meðan KÍ endaði á 3. plássi samanlagt við tveimum gull, fýra silvur og einari bronsu.

 

Meðan fyrr nevndu feløg vunnu fleiri gull, so gjørdi NSÍ eisini eitt gott hál í medaljustríðnum. Tilsamans vunnu vespurnar 8 heiðursmerki í ár – eina gull, fýra silvur og tríggjar bronsu.

 

Teitur Matras Gestsson og hini í HB vunnu tilsamans 8 gull heiðursmerki í ár - Mynd: Bjarni Enghamar