Meistaradeildarliðini hjá Fleyr og Fram hava spælt tveir venjingardystir móti hvørjum øðrum hesa vikuna.
Týskvøldið møttust liðini í Gundadalshøllini, og her vann Fleyr ein ruddiligan 3-0 sigur. Settini endaðu 15-10, 15-3 og 15-6. Hjá Fram vóru landsliðsspælararnir Sigmund av Teigum og Ragnar Petersen ikki við.
Hóskvøldið møttust liðini aftur í Eysturskúlanum, sum er heimavøllurin hjá Fram. Sigmund av Teigum var ikki afturkomin úr Danmark, men Ragnar Petersen var hesaferð við á Fram-liðnum.
Men Fleyr vann eisini seinna dystin 3-0. Settini endaðu 15-2, 15-11 og 16-14.
Dystirnir vóru liður í fyrireikingini til landskappingina, sum byrjar hetta vikuskiftið.